Hvar bera vit vørur út?
Hvar bera vit út?
Vit bera vørur út til fleiri bygdir í Føroyum. Bygdirnar sum vit bera út til eeru deildar upp í útberingstaðir 1-4.
Útberingarstaður 1: Fuglafjørð, Kambsdal, Leirvík, Norðagøtu, Gøtugjógv, Syrðugøtu og Undir Gøtueiði.
Útberingarstaður 2: Klaksvík, Norðoyri og Ánir
Útberingarstaður 3: Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður og Skipanes
Útberingarstaður 4: Hvítanes, Hoyvík, Tórshavn og Argir
Mangla vit tína bygd?
Vit arbeiða í løtuni við at fáa ment okkara útberingsmøguleikar, so vit eisini kunnu bera út til aðrar bygdir.
Send okkum ein teldupost á keypinn@keypinn.fo og viðmerk hvørja bygd vit skulu byrja okkara útbering til næst!
Hvat kostar útbering?
Her sært tú eitt prísyvirlit av hvussu nógv útberingin kostar fyri hvønn útberingarstað.
Útberingarstaður 1:
Kr. 0-199 = Kr. 39 í útbering
Kr. 200-499 = Kr. 29 í útbering
Kr. 500+ = Kr. 14 í útbering
Útberingarstaður 2 og 4:
Kr. 5-399 = Kr. 59 í útbering
Kr. 400-599 = Kr. 49 í útbering
Kr. 600-999 = Kr. 39 í útbering
Kr. 1000+ = Kr. 29 í útbering
Útberingarstaður 3:
Kr. 5-299 = Kr. 49 í útbering
Kr. 300-499 = Kr. 39 í útbering
Kr. 500-899 = Kr. 29 í útbering
Kr. 900+ = Kr. 19 í útbering
Nær skal eg bíleggja?
Tú skalt hava framt bíleggingina í seinasta lagi 1 tíma áðrenn bilurin fer.
Tó fyri Grøni Týsdagur skal bíleggingin vera framd í seinasta lagi kl. 12:00 mánadag eg verður ein bílegging við vørum í Grøni Týsdagur bert borið út týsdagar.
GG! Í løtuni ber tað einans til hjá útberingarstaði 1 at fáa vørur útbornar undir grøni týsdagur.
Bilarnir sum síggjast á myndunum longri niðri eru nær vørur vera koyrdar út til kundan. Leggjast skal dent á, at hetta er tá ið bilurin fer frá okkara goymslu.
Um tú hevur spurningar um eitt hvørt ella tørvar hjálp kanst tú altíð seta teg í samband við okkum.
Nær kann eg vænta mína bílegging?
Hvør útbering verður mett at taka á leið tveir tímar. Tað við siga at eftir tveir tímar, tá ið bilurin er farin frá handlinum, burdi tú havt fingið tína bílegging heim, um ikki áðrenn. Tó kann tað onkutíð taka longri.
Tað ber til at fylgja beinleiðis við tínari bílegging við at trýsta á leinkjuna í teldupostinum, sum verður sendur, tá ið útberingin byrjar.
Um tú ikki hevur fingið bíleggingina eftir tveir tímar, skalt tú senda ein teldupost til keypinn@keypinn.fo og upplýsa bíleggingarnummar og viðmerkja "ikki útborið". Tú kanst eisini ringja á telefonnummar +298 538334.
Útberingartíðir



