Persónspolitikkur

KeypInn.fo hevur dátueftirlit av persónsdáta í hesum politikkinum.

Okkara politikkur

Hjá KeypInn.fo ansa vit sera væl eftir tínum persónsdáta. Við hesum politikkinum ynskja vit at gera tað týðiligt hvussu vit brúka títt persónsdáta og hvørji rættindi tú hevur í samband við tey.

Vit brúka títt dáta fyri at kunna bera bíleggingina út til tín og tað tænastuna sum tú hevur tørv á. Eisini brúka vit títt persónsdáta fyri at tú skalt fáa bestu upplivingina hjá okkum, og so vit kunnu vera við til at gera tín gerandisdag lættari. Har aftrat ynskja vit at tryggja, at persónsdátaði hjá tær verður betri eyðsæð hjá tær.

Í hesari persónstryggingini skriva vit hvussu KeypInn.fo ("KeypInn.fo" ella "vit") innasamla og brúka títt persónsdáta, sum tú letur liggja eftir ella gevur okkum, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu ella app og brúkar tær ymisku tænasturnar sum vit bjóða.

Tá ið tú ert kundi hjá KeypInn.fo, váttar tú, at tínar persónsupplýsingar vera handfari sum skrivað stendur í persónstryggingini.

Vit savna og brúka persónsdáta í samband við virksemi og mál, sum eru skrivað í hesum politikkinum. Í serstøkum støðum kunnu vit brúka tínar persónsupplýsingar til onnur mál, um vit hava heimmild ella skyldu at brúka tað í samband við lógargávuni.

Í hesum politikkinum gjøgnumganga vit fylgjandi:

  • Okkara endamál og viðgerðir av tínum persónsdáta
  • Okkara brúk av upplýsingum til tey sum bera bíleggingina út
  • Okkara goymslu av tínum persónsdáta
  • Okkara løgfrøðiliga grundarlag fyri viðgerð av tínum persónsdáta
  • Tíni rættindi

Hevur tú spurningar í samband við politikkinum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á keypinn@keypinn.fo.

Okkara endamál, og viðgerðir av tínum persónsdáta

Niðanfyri gjøgnumganga vit tey ymisku endamálini, sum
vit brúka títt persónsdáta til:

Handfaring av bílegging

Vit brúka títt persónsdáta til at fremja eina bílegging. Í samband við handfaring av tínari bílegging brúka vit alt tað vanliga persónsdátaði um teg.

Kontakt upplýsingar

Tá ið tú gert tær ein brúkara og fremur eitt keyp, upplýsir tú sjálv/ur persónsdáta um teg, Til dømis navn, adressu, telefonnummar, teldupostur, og um tú keypir sum privatur kundi, virki ella felagsskapur. Har aftrat fært tú eitt kundanummar, sum eisini er ein partur av tínum persóndáta.

Eru tínar upplýsingar skrásettir undir navn- og adressuvernd vera teir eisini brúktir, tá navn og adressa skal upplýsast av tær í samband við stovnan av kontu og/ella tá ið tú fremur eina bílegging.

Vit brúka tínar upplýsingar fyri at kunna bera vørurnar út til tín, og fyri at kunnað teg um annað í hesum sambandi sum er viðkomandi fyri teg sum kundi. TIl dømis broytingar ella seinkingar í tínari útbering, kundatænastu við meira. Upplýsingarnar vera eisini brúktar um tað skuldi hent seg at vit noyðast at kallað onkrar vørur inn aftur ella onnur lógarboð í samband við tær vørur sum tú hevur keypt eru galdandi.

Vit brúka eisini tínar upplýsingar um tað skuldi hent seg at vit fáa eina klagu frá tær. Eisini kunnu vit brúka tínar kontaktupplýsingar til at senda tær brøv við tilboðum, tíðindum ella hugskotum.

Um tú upplýsir persóndáta um onnur enn teg sjálvan, veðrur tú biðin um fyrst at fáa samtykki frá teimum um loyvi at brúka teirra dáta.

Framdar bíleggingar

Allar bíleggingarnar sum tú fremur eru goymdar, og er hetta tí ein partur av tínum persónsdáta. Tú sært altíð tínar undanfarnu bíleggingar undir tínari kontu á KeypInn.fo. Goymdu bíleggingarnar eru har, um tú hevur tørv á at klaga um eitt hvørt við einari framdari bílegging.

Gjaldskort

Tá ið tú brúkar eitt gjaldskort á okkara heimasíðu, viðgerða vit kortupplýsingarnar í trúnaði, sum ein partur av tínum persóndáta.

Kortupplýsingarnar vera brúktar í samband við eitt keyp hjá okkum. Vit goyma ikki allar kortupplýsingarnar. Um tú er ritaður inn á KeypInn.fo goyma vit tínir kortmøguleikar til framtíðar keyp. Vit fylgja lógar krøvunum í Føroyum í samband við goymslu av kortupplýsingum hjá øllum okkara kundum.

Tíni goymdu kort síggjast bert á tínum egnum vanga undir gjalding, og tú kanst til ein og hvørja tíð sletta tíni goymdu kort.

Virksemi av heimasíðuni og app'ini

Vit brúka títt persónsdáta við atliti til at menna virksemi á okkara heimasíðu og app. Eisini til tær tænastur sum eru tøkar hjá okkum.

Neyðugar "Cookies"

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu, eru tað ymiskir "cookies" sum vera brúktar fyri at heimasíðan skal virkað. Har aftrat at tryggja tær at KT trygdin er óskaddur, at tínar vørur vera í innkeypskurvuni og at tú verður verandi ritaður inn á tínum brúkara, í meðan tú ert á okkara heimasíðu og leitar runt. Hesar "Cookies" krevja ikki títt smatykki, tá ið tað er eitt krav, fyri at heimasíðan skal virka.

Tær neyðugu "Cookies" savnar saman millum annað tína IP-adressu, sum verður skrásett, sum ein vanligt persónsupplýsing.

Marknaðarføring

Tín persónligi handil

Tá ið tú hevur keypt eina vøru, minnast vit, hvørjar vørur tú hevur keypt fyrr og brúka hesar upplýsingar til endamál í marknaðarføring. Hesar upplýsingarnar eru vanlig persónsdáta, og verður samla inn fyri seg, um tú ert ritaður inn á KeypInn.fo. Tað ber væl til at keypa frá okkum uttan at vera ritaður inn.

Vit brúka tínar persónsupplýsingar til keyp og útbering av vørum og tænastum, so vit kenna tínar yndis vørur og av tí sama tryggja okkum, at tú fært tey bestu vøru tilmælini og boðskapin frá KeypInn.fo. Upplýsingarnir vera eisini brúktar til at gera greiningar av tínari framferð til innahýsis brúk.

Tað kann eisini vera aðrar upplýsingar, sum tú hevur givið á heimasíðuni fyri at tryggja tær týðandi samskifti við okkum. Tað kann vera til dømis kyn, føðingardagsdato, serligar viðmerkingar (húsdjór, vørurættindi (til dømis vistfrøðiligt)). Hesar upplýsingaranar brúka vit til at tryggja, at tú fært viðkomandi vørur og boðskap í til dømis tíðindabrøvum.

SMS marknaðarførsla:

Vit virðismeta títt privatlív og tær upplýsingar, tú gevur samtykki til at deila viðvíkjandi okkara SMS-marknaðarføringartænastu. Vit brúka hesar upplýsingar til at senda tær tekstboð (um tína bílegging, íroknað áminningar um ófullførdar kassar), marknaðarføringsboð og handilsboð, íroknað áheitanir um eftirmetingar frá okkum. Samtykki og upplýsingar viðvíkjandi SMS-boðum verða ikki deildar við triðjapartum, uttan við boðpartnarar, fyri at gera tað møguligt at stýra okkara SMS-skipan.

 

Samtykki og upplýsingar viðvíkjandi SMS-boðum verða ikki deildar við triðjapartum, uttan við boðpartnarar, fyri at gera tað møguligt at stýra okkara SMS-skipan.

 

Okkara heimasíða brúkar smákøkur (cookies) fyri at halda skil á tí, tú leggur í tína innkeypskurv, íroknað tá tú hevur goldið. Hetta verður brúkt til at áseta, nær áminningarsboð um innkeypskurv verða send gjøgnum SMS.

 

Um tú longu hevur sett tíni nýtslu- og privatpolitikkir upp, tryggja tær, at teir fevna um allar tær nevndu tættirnar omanfyri.

Tíðindabrøv og marknaðarføringstilfar

Um tú hevur tilmelda teg ella sagt ja til at móttaka marknaðartilfar, brúka vit tínar upplýsingar til at senda týðindi, tilboðsbrøv og annað.

Heimasíðan

Í stuttum ræður tað seg um atferð á heimasíðuni, tað vil siga hvørjar undirsíður hjá KeypInn.fo tú hevur vitja, og hvørjari ræðfylgju og hvat tú hevur trýst á.

Hesar upplýsingarnar brúka vit til at sniðgeva heimasíðuna, so tú fært tí bestu upplivingina. Eisini brúka vit tað til at bøta okkara heimasíðu. Upplýsingarnar vera eisini brúktar til statisk og marknaðarføring.

App

Tá ið tú tekur okkara app niður, innsavna vit dáta frá appini. Vit brúka upplýsingarnar til at betra um okkara app og at rætta villur. Vit brúka eisini upplýsingarnar til marknaðarendamál.

Lóggávumál

Vit viðgerða tínar persónsupplýsingar eftir teimum ymiskum lógarkrøvum.

Starvsfólk okkara og tínir persónsupplýsingar

Okkara starvsfólk brúka bert persónsupplýsingarnar til at loysa eina uppgávu fyri teg. Tað eru ikki øll starvsfólk sum hava rætt til allar upplýsingarnar.

Tað kann vera at ymisk persónsdáta vera brúkt til 6 ymiskir móttakarar:

  1. KT starvsfólk hjá KeypInn.fo
  2. Starvsfólk sum arbeiða við brúkaragreining
  3. Starvsfólk sum bera vørurnar út til tín
  4. Starvsfólk sum brúka greiningarnar til marknaðaruppgávur
  5. Starvsfólk sum taka sær av bókingum
  6. Onnur, sum lóggávan krevur. Tað kann til dømis vera eitt rættarmál, sakførari, politi

Hvussu leingi goyma vit títt persónsdáta

So leingi sum tú ert ein virkin kundi hjá okkum, goyma vit títt persónsdáta.

Fakturupplýsingarnir goyma vit í 5 ár, frá útgangandi rokniskaparárið í samband við bókhaldslógina.

Er tað 3 ár síðani tú seinast hevur framt eina bílegging hjá okkum, meta vit at tú ikki longur ert virkin kundi hjá okkum. Tá vera tínir persónsupplýsingar dulnevndir ella slettaðir. Tín konta vil av tí sama vera sletta. Um tú ynksir at sletta tín brúkara áðrenn hetta hevur tú rættindi til tað. Les meira undir "Tíni rættindi"

Dáta sum vit vísa, um tú opnar og trýstir á tað, goyma vit í minst 6 mánðaðir.

Hvussu kann eg taka mítt samtykki aftur?

Undir táttinum "Okkara lógarliga grundarlag fyri at viðgera tínar persónsupplýsingar" lýsa vit tey ymisku grundarløgini, sum vit kunnu viðgera tínar persónsupplýsingar eftir. Um okkara viðgerð er grundað á títt samtykki, vilja vit gera vart við, at tú til ein og hvørja tíð kanst taka títt samtykki aftur. Tú kanst afturkalla samtykki við at seta teg í samband við okkum á keypinn@keypinn.fo.

Tíni rættindi

Tá ið vit innsavna og brúka tínar persónsupplýsingar, hevur tú ein nøkur rættindi.

Um tú vilt nýta hesi rættindi, skalt tú seta teg í samband við kundatænastu við at senda ein teldupost til keypinn@keypinn.fo.

Afturtøka av samtykki hevur onga ávirkan á lógheimildina av viðgerðini, sum er framd, áðrenn samtykkið varð tikið aftur.

Umframt samtykki til viðgerð av persónsupplýsingum, kanst tú eisini hava givið samtykki til at móttaka marknaðarføringstilfar, so sum tíðindabrøv, frá okkum. Hetta samtykki kanst tú somuleiðis taka aftur. Hetta kanst tú gera við at seta teg í samband við okkum á keypinn@keypinn.fo, ella við at brúka "frámelding" í tíðindabrævinum tú hevur fingið ella fært.

Rætt til innlit og dataportabilitet

Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær persónsupplýsingar, sum vit viðgera um teg, við ávísum undantøkum, ið eru ásettar í lógini. Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til at móttaka upplýsingarnar, sum vit hava skrásett um teg, í einum skipaðum, vanliga nýttum og maskinlesiligum formati og biðja okkum senda hesar upplýsingar til ein annan dátuábyrgdara.

Tú kanst venda tær til kundatænastu, um tú vilt fáa atgongd til tínar persónsupplýsingar, og vit vilja útflýggja tær hesi innan 30 dagar.

Rættin til at mótmæla

Tú kanst mótmæla, at vit innsavna og viðgera tínar persónsupplýsingar til ávís endamál. Til dømis kanst tú mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring.

Um tú mótmælir, vilja vit steðga viðgerðini av tínum persónsupplýsingum til beinleiðis marknaðarføring.

Rætt til broyting ella rætting

Um tú metir, at upplýsingarnar, vit hava um teg, eru skeivar ella ófullfíggjaðar, kanst tú boða okkum frá hesum, so vit kunnu rætta tær.

Rætt til at vera gloymdur

Um tú biður um tað, vilja vit strika tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, so skjótt sum til ber, tó innan 30 dagar.

Rætt til avmarking

Saman við tínum rættindum, kanst tú eisini biðja okkum um at avmarka brúkið av tínum persónsupplýsingum, t.d. ístaðin fyri at strika tær heilt ella meðan vit meta um tína klagu.

Áheitanir og klagur

Um tú vilt gera brúk av tínum rættindum, biðja vit teg geva okkum nøktandi upplýsingar, so vit kunnu viðgera tína áheitan, herundir títt fulla navn og tín teldupostadressu, so vit kunnu eyðmerkja teg og svara upp á tína umbøn. Vit fara at svara tíni áheitan skjótast gjørligt og seinast innan ein mánaða.

Um tú ert ósamdur við, hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar, ella hvørji endamál vit viðgera upplýsingarnar til, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum. Tú kanst eisini leggja eina klagu inn til:

Dátueftirlitið
Hoyvíksvegur 49
100 Tórshavn
Tel. +298 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

Flutningur av persónsupplýsingum til lond uttanfyri ES/EES

Vit royna sum best at tryggja, at okkara KT-veitarar eru staðsettir og hava støði innan ES/EES. Tó hava vit ávísar veitarar, har vit ikki altíð kunnu tryggja, at tínar persónsupplýsingar eru í tryggum hondum innan ES/EES, hóast teirra dátumiðstað er staðsett í ES/EES.

Ein møgulig flutningur av persónsupplýsingum til triðjalond fer fram við grundarlagi í standard samtykki frá ES-kommisjónini.

Veitarar, ið kunnu flyta dátur til triðjalond:

  • Microsoft, Írland við tilknýti til USA (tøkniligur undirveitari)
  • Google, Írland við tilknýti til USA (tøkniligur undirveitari)
  • Shopify, Canada (tøkniligur undirveitari)
  • Meta (Facebook), USA (lýsingar og greiningar)

Okkara lógarliga grundarlag fyri at viðgera tínar persónsupplýsingar

Handfer av bílegging

Kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar

Viðgerðin fer fram fyri at innganga ella framfylgja eini avtalu/kontrakti, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra b.

Køpssøga

Okkara grundarlag fyri viðgerð er okkara lógliga áhugi, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra f. Vit hava ein lógligan og væntaðan áhuga í at kanna søguna í sambandi við endurtiknar klagur ella endurgjald, umframt tær grundleggjandi rættindi eftir lóggávuni. Vit leggja dent á, at tú við rímiligum grundarlagi kanst vænta, at vit kanna søguna, sum vit hava til taks, í sambandi við endurtøkur, iva ella serstakar klagur.

Rakstur av heimasíðuni

Neyðugar cookies, test og menning

Okkara grundarlag fyri viðgerð er okkara lógliga áhugi í, at heimasíðan riggar optimalt og verður dagførd/ment í samsvari við nýtsluna og tær ynsktu funktiónirnar, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra f. Vit leggja dent á, at tú við rímiligum grundarlagi kanst vænta, at vit nýta tær cookies, sum eru neyðugar til hetta endamálið.

Brúkarakanningar

Brúkarakanningar

Um tú luttekur í okkara longri brúkarakanningum, panelkanningum, verður grundarlagið fyri viðgerð títt samtykki, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra a.

Við stuttum kanningum (NPS score) er grundarlagið fyri viðgerð lógligur áhugi, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra f, har vit leggja dent á, at talan er um fáar upplýsingar grundaðar á eina spurningakanning av ikki viðkvæmum karakteri.

Upplýsingar frá myndum

Upplýsingar frá myndum

Viðgerðin fer fram við grundarlagi í einum týðiligum samtykki frá tær, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra a.

Marknaðarføring

Tín persónligi handil

Vit viðgera tína keypssøgu við grundarlagi í einum lógligum áhuga, fyri at skapa ein persónligan handil fyri teg, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra f. Hetta grundast á eina áhugavísing, har nýtslan av tínum persónsupplýsingum er í samsvari við, hvat tú við rímiligum grundarlagi kanst vænta, tá tú á okkara heimasíðu sært tínar favorittar, fyrrverandi keyp v.m.

Tú kanst til eina og hvørja tíð velja frá viðgerðina við at keypa, uttan at tú ritar inn á ein Keyp Inn-brúkara. Nøgdin og sløgini av persónsupplýsingum samsvara við grundarlagið fyri viðgerðini og eru ein natúrligur fylgjari av at vera ein afturvendandi kundi hjá Keyp Inn.

Tíðindabrøv og annað marknaðarføringstilfar

Viðgerðin fer fram við grundarlagi í tínum týðiliga samtykki, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra a. Viðgerðin av dátum um, hvørt tú letur upp og trýstir á okkara tíðindabrøv, er grundað á lógligur áhugi, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra f. Vit hava gjørt eina áhugavísing, har vit meta, at vit hava ein relevantan, balanseraðan áhuga í at kanna, um okkara kundar svara upp á tíðindabrøvini, so vit vita, um innihaldið reflekterar kundans tørv ella skal tillagast.

Cookies og líknandi tøkni

Viðgerðin fer fram við grundarlagi í einum týðiligum samtykki frá tær, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra a.

Venjing og betringar

Samtalur við kundatænastu

Viðgerðin fer fram við grundarlagi í einum týðiligum samtykki frá tær, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra a.

Lógarlig endamál (t.d. innkallan av vørum, bókhaldskrøv, v.m.)

Viðgerðin fer fram við grundarlagi í eini lógarásettari skyldu, jvf. GDPR art. 6, stk. 1, litra c.

Leinkjur til aðrar heimasíður v.m

Okkara heimasíða kann innihalda leinkur til aðrar heimasíður. Vit hava ikki ábyrgd fyri innihaldið á øðrum heimasíðum (heimasíðum hjá triðjaparti) ella fyri mannagongdirnar, sum slíkir triðjapartar hava fyri innsavning og viðgerð av persónsupplýsingum. Tá tú vitjar eina heimasíðu hjá einum triðjaparti, eigur tú at lesa privatlívspolitikkin hjá heimasíðueigaranum og aðrar viðkomandi politikkir.

Broytingar í privatpolitikkinum

Vit broyta og menna okkara virksemi støðugt, og hetta kann ávirka, hvørjar persónsupplýsingar vit viðgera. Okkara persónspolitikkur verður javnan broyttur í samsvari við hesar broytingar. Tú verður altíð víðarisend/ur til galdandi útgávu av politikkinum, áðrenn tú gevur títt samtykki.

Hvussu seti eg meg í samband við tykkum?

Um tú ynskir, at vit dagføra, rætta ella strika tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, ella um tú hevur nakrar spurningar um hendan privatspolitikkin, kanst tú seta teg í samband við okkum her:

Keyp Inn
Teldupostur: keypinn@keypinn.fo