Hvussu kann eg tryggja mær at eg fái frískar vørur?

Tá ið vit pakka tína bílegging, pakka vit hana sum var hon okkara egna. Vit hyggja eftir hvørjari vøru áðrenn vit pakka hana fyri at tryggja okkum at vøran er frísk og lekkur.

Um tað skuldi hent seg at vøran ikki er frísk, tá ið tú fært hana, kanst tú velja eitt av fylgjandi:

  • Fáa eina nýggja vøru
  • Fáa 100% afturgjald fyri vøruna

VInarliga seta teg í samband við okkum á keypinn@keypinn.fo so fáa vit hetta avgreitt skjótast gjørligt. Vit viðmæla at senda eina mynd av vøruni, so tað er skjótt og lætt at avgreiða.

Fyri at fáa endurgjald ella nýggja vøru, skal vøran sum tú ynskir at bera aftur ella býta um við ikki vera opna!

Fyri at fáa endurgjald ella nýggja vøru, skalt tú boða frá sama dag sum tú hevur fingið bíleggingina.

Hvussu leingi heldur ein vøra sær og nær fáa vit nýggjar?

Niðanfyri sær tú hvussu leingi hvør vøra í minsta lagið heldur sær og nær vit fáa frískar vørur á goymslu. Atlit verður tikið til at altíð hava so frískar vørur sum gjørligt!

Haldføri á vørum

Feskt kjøt

Vit fáa kjøt á goymslu hvønn mánadag, mikudag og fríggjadag.

Alt kjøt hjá okkum hevur minst 1 dag haldføri + útberingsdagin

Flogfenaður

Vørurnar hava minst 2 dagar haldiføri + útberingsdagin.

Frísk bakivøra

Vørurnar hava minst 1 dagar haldføri + útberingsdagin.

Tó á winerbreyð er tað best á útberingsdegnum, sum er sami dagur, sum vøran verður gjørd.

Vørurnar vera gjørdar sama dag, so tú kanst ikki fáa frískari vørur.

Fiskur

Vørurnar hava minst 2 dagar haldføri + útberingsdagin.

Í flestum førðum vilt tú uppliva at haldføri er longri.

Við fiskafars er tað minst 2 dagar haldføri + útberingsdagin.

Mjólkavørur

Vanlig mjólk hevur minst 3 dagar haldføri + útberingsdagin.

Vistfrøðilig mjólk hevur minst 3 dagar haldføri + útberingsdagin.

Allur rómi (bæði vanligur og vistfrøðiligur) hevur minst 3 dagar haldføri + útberingsdagin.

Alt jogurt og súrrómi hevur minst 4 dagar haldføri + útberingsdagin.

Egg hevur minst 6 dagar haldføri + útberingsdagin.

Smør og ostur hevur minst 9 dagar haldføri + útberingsdagin -og ofta nógv meira enn hetta.

Kølivørur

Viðskeri og pylsir hava minst 3 dagar haldføri +útberingsdagin.

Frost

Frost vørur hava í minsta lagið 30 dagar haldføri +útberingsdagin, men í flestu førðum nógv meira

Turrvøra

Vørurnar hava minst 15 dagar haldføri +útberingsdagin, men í flestu førðum hava tær nógv meira. Tó hava køkur, smákøur og tílíkt minst 2 dagar haldføri +útberingsdagin.

Frukt og grønt

Vit fáa frískar vørur 2-3 ferðir um vikuna, so vit kunnu tryggja okkum at tú altíð fært fríska frukt og grønmeti!

Øll fruktin og alt grønmeti verður væl eftirkannað, áðrenn tað verður pakka, fyri at tryggja okkum at tú fært tí bestu vøruna!

Vit viðmæla at tú altíð skolar allar fruktirnar og grønmeti.

Frukt og grønt heldur sær minst 1 dag + útberingsdagin.