Handilstreytir
Fylgjandi handilstreyti eru galdandi, tá ið tú keypir á KeypInn.fo.
Treytir í einum keypi
Treytir, tá ið tú keypir
- Tú skalt vera minst 18 ár fyri at keypa heilivág
- Tú skalt vera minst 18 ár fyri at keypa orkudrykkir
Títt keyp
Tín bílegging er framd, tá ið tú hevur fingið eina bíleggingarváttan á tín teldupost.
Broytingar í tínari bílegging
Um tú ynskir at broyta tína bílegging, kanst tú senda ein teldupost á keypinn@keypinn.fo við bíleggingarnummari og broytingum.
Broytingin í bíleggingini kann hava ávirkan á endaliga kostnaðin. Velur tú at strika onkra vøru, verður hetta tikið av prísunum. Velur tú onkrar vørur afturat tínari bílegging, verður hetta lagt afturat prísinum.
Bíleggingar og broytinar skulu gerast seinast ein tíma áðrenn útberingin byrjar.
Angra tína bílegging
Um tú hevur framt eina bílegging, men av ávísum orsøkum ikki ynskir hana, ber hetta til at gera við at senda ein teldupost til keypinn@keypinn.fo við bílegginarnummari seinast ein tíma áðrenn útbering. Tú fært síðani fult endurgjald.
Vøran ikki á goymslu
Um vøran ikki er á goymslu, boða vit kundanum frá hesum, áðrenn bilurin fer avstað. Restin av bíleggingini verður útborðin, uttan so at kundin hevur boða frá øðrum.
Útberingarháttur
Vørur okkara verða koyrdar út eftir yvirlitinum undir útbering.
Nær skal bíleggingin vera framd?
Tú skalt hava framt bíleggingina seinast ein tíma áðrenn bilurin fer avstað.
Nær kann eg vænta mína bílegging?
Hvør útbering tekur á leið tveir tímar. Tað vil siga, at tveir tímar eftir at bilurin er farin frá handlinum, skuldi tú í seinasta lagi havt fingið tína bílegging heim. Onkuntíð kann tað tó taka longri tíð.
Um tú ikki hevur fingið bíleggingina eftir tveir tímar, kanst tú senda ein teldupost til keypinn@keypinn.fo og upplýsa bíleggingarnummar og viðmerkja "ikki útborið". Tú kanst eisini ringja á telefon +298 538334.
Um tú hevur spurningar um eitt hvørt ella tær tørvar hjálp, kanst tú altíð seta teg í samband við okkum her.
Gjaldshættir
Tú skalt gjalda við gjaldskorti, sum nethandilin tekur ímóti ella Keyp Inn gávubrævi.
Upphæddin verður tikin av kortinum, tá ið vøran er pakkað.
Gávukodur og kort
Tú kanst bert gjalda við einari avsláttarkodu fyri hvørja bílegging, uttan so at annað er viðmerkt. Bjóða vit tær eina gávu saman við keypinum, kanst tú fáa eina gávu fyri hvørja bílegging, uttan so at annað er viðmerkt.
Avsláttarkodur, gávukort og gávur kunnu ikki býtast um til pening.
Prísir
Allir prísir hjá KeypInn.fo eru í føroyskum krónum (DKK) og íroknað mvg, uttan so at annað er viðmerkt.
Prísirnir hjá KeypInn.fo kunnu broytast dag til dag. Hevur tú framt eina bílegging, og hon er váttað, verður prísurin ikki broyttur.
Onkrar vørur vera prísaðar eftir vekt. Tað merkir, at vit vita ikki endaliga prísin fyrr enn vit pakka bíleggingina.
Tilboðsvørur skulu verða bílagdar og útbornar, meðan tilboðini eru galdandi, um vørurnar skulu fáast fyri tilboðsprís.
Vit taka fyrivarnir til skrivi- og prísvillur.
Vørur
Vit strembra eftir, at allar vørurnar hjá Keyp Inn hava eina vørumynd, so til ber at síggja hvussu vøran sær út. Myndin er tó vegleigandi, tá ið pakkitilfar og annað ofta broytist. Tær upplýsingar, vit hava skrivað um vøruna, eru tær røttu.
Ómaksgjald
Á tínari bílegging sært tú prísin fyri pakki- og útberingargjald og eisini møgulig onnur gjøld.
KeypInn.fo hevur í høvuðsheitum trý ómaksgjøld:
- Útberingargjald
- Pakkagjald
- Kortgjald
Kostnaðurin fyri útbering er broytiligur, alt eftir nær og hvar bíleggingin skal berast út.
Á tínari bílegging sært tú altíð tey ymisku ómaksgjøldini.
Iðranarrættur
KeypInn.fo leggur iðranarrættin eftir almennum tilmælum og lógum.
Tú hevur ikki iðranarrætt tá ið tú keypir matvørur, drekkivørur og aðrar vørur dagligt brúk. Hetta er til dømis køksrullur, eingangsserviettar, reingeringsevnir og fríðkarnarevnir.
Tú hevur iðranarrætt av vørum sum til dømis leikum og el-amboðum.
Um vøran sum tú hevur keypt, er fevnd av iðranarrættinum, hevur tú rætt til at lata vøruna inn aftur og fá fult endurgjald undir fylgjandi treytum.
- Vøran skal ikki vera latin upp
- Vøran skal berast aftur til KeypInn.fo
Tú hevur 14 dagar iðranarrætt frá tí at tín bílegging er skrásett sum útborin.
Endurgjaldskrav
Um okkurt mistak er gjørt, ella bíleggingin er ófullfíggjað, verður tú biðin um at seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt, so vit kunnu rætta hetta.
Tú skalt hava gjørt vart við teg innan fyri rímiliga tíð eftir, at tú hevur sæð feilin, seinast tveir mánaðir eftir keypið, um talan ikki er um matvørur. Tá ið vit í mestan mun selja matvørur, vilja vit viðmæla at boða frá skjótast gjørligt! Helst áðrenn tríggir dagar eru farnir, so kunnu vit loysa trupulleikan. Um tú gert vart við teg seinni enn hetta, hava vit heimmild til at avísa klaguna, um tú ikki kanst koma við einari góðari grundgeving fyri henni.
Um tað ikki eydnast hjá okkum at hjálpa tær við tínum trupulleika, kanst tú senda eina skrivliga klagu til keypinn@keypinn.fo. Síðani verður klagan viðgjørd.
"Fair use"-politikkur
Um vit uppliva óhóskandi atferð frá tær, missnýtslu, hatur, afturvendandi klagur uttan grundgeving ella okkurt annað, hava vit rætt til at nokta at handla við teg í eitt tíðarskeið, ella vit ikki ynskja at bera vørur út til tín aftur.
Fremur tú eina bílegging hetta tíðarskeið, hava vit rætt til at strika tína bílegging.
Persónsdáta
Tá ið tú fremur eina bílegging hjá okkum, hava vit tørv á at brúka tínar persónsupplýsingar fyri at kunnu bera tína vøru út og kunnað teg um bíleggingina. Les meira um persónsdátutrygdina her
SMS marknaðarførsla
Við at geva samtykki til Keyp Inn SMS-marknaðarføring í gjaldsgongdini og byrja eina bílegging ella tekna teg gjøgnum okkara tekningaramboð, góðtekur tú at móttaka reglulig tekstboð (um tína bílegging, íroknað áminningar um ófullførdar kassar), marknaðarføringsboð og handilsboð, íroknað áheitanir um eftirmetingar frá okkum, sjálvt um títt fartelefonnummar er skrásett í nakra “ikki-ringa-lista.” Boðini kunnu koma við ymiskari tíðarkvotu. Samtykki er ikki eitt krav fyri at keypa.
Um tú ynskir at melda teg frá at móttaka marknaðarføringsboð og áminningar gjøgnum SMS, kanst tú svara við STOP til boðini, tú hevur fingið frá okkum, ella brúka leinkjuna til frámelding, sum vit hava sent tær í boðunum. Tú skilur og góðtekur, at besti mátin at melda seg frá okkara SMS-skipan er at svara við ávísum lyklaorðum (so sum ‘STOP,’ ‘END,’ ‘UNSUBSCRIBE,’ ‘CANCEL,’ ella ‘QUIT’), ella at brúka frámeldingarleinkjuna, sum vit hava veitt. Vit fara eisini at góðtaka øll onnur ynski, sum týðiliga vísa, at tú vilt melda teg frá, eisini orðingar sum ‘vinarliga meld meg frá.’ Vit krevja einki gjald fyri tænastuna, men tú hevur ábyrgdina av øllum gjøldum og kostnaðum, sum tín veitari av fartelefoni kann áleggja. Gjald fyri boð og dátur kann verða galdandi.
Um tú hevur spurningar, kanst tú senda HELP til nummarið, tú hevur fingið boðini frá. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum á telduposti keypinn@keypinn.fo fyri at fáa meira upplýsingar.
Vit hava rætt til at broyta nakað av okkara fartelefonnummarum ella stuttkota, sum vit brúka til at stýra tænastuni, til eina og hvørja tíð. Tú verður kunnaður um slíkar broytingar. Tú góðtekur, at boð, tú sendir til eitt broytt nummar ella stuttkota, íroknað STOP ella HELP áheitanir, ikki møguliga verða móttikin, og vit verða ikki hildin ábyrgd fyri at heiðra áheitanir, sum eru sendar til slík nummur ella stuttkota.
So langt sum galdandi lóg loyvir, góðtekur tú, at vit ikki hava ábyrgd fyri miseydnað, seinkað ella skeiv send boð, fyri feilir í slíkum boðum, og/ella fyri tiltøk, tú gert ella ikki gert grundað á boðini ella tænastuna.
Tín persónstrygging er týdningarmikil fyri okkum. Tú kanst lesa okkara persónspolitikk á https://keypinn.fo/pages/personstrygging fyri at síggja, hvussu vit savna og nýta tínar persónligu upplýsingar.
Sáttmálaseting og undantaksreglur (Arbitration and Class Action Waiver Agreement):
1. Undantaksreglur (Arbitration):
Við at nýta ella keypa frá Keyp Inn góðtekur tú, at hvør einasta tvístøða, krav, ella málsførandi avgerð millum teg og Keyp Inn, sum stendst av ella er tengd at:
- (a) hesum treytum ella broti av teimum,
- (b) tíni nýtslu av Keyp Inn’s heimasíðu ella tænastum ella tilfarinum, ella
- (c) hvørjum sum helst broti av lógum í Føroyum ella Danmark, verður loyst við bindandi einkarætti við einum triðja persóni (nevndur arbitrator). Avgerðin verður endaliga bindandi.
Undantøk: Tú kanst velja at føra málið í rættin í staðin, um tú frátekur teg hesa reglu innan 30 dagar eftir títt fyrsta keyp. Send eina fráboðan til Keyp Inn, Samognarbøur 6, 520 Leirvík við:
- Tínum navni,
- Tína adressu,
- Klárt skrivað, at tú ynskir at frávelja arbitration.
2. Undantak fyri bólkaákærur (Class Action Waiver):
Tú og Keyp Inn góðtaka, at allar kravsmál verða viðgjørd persónliga og ikki sum partur av eini bólkaviðgerð.
Samband
KeypInn.fo
keypinn@keypinn.fo
+298 538334
Handilstreytirnar eru seinast dagførdar 30. desember 2024